Altjóða móðurmáladagur 21. februar

O, móðurmál, hvussu livst?

Eyðun á Borg
--------

Tey “smáu” málini kring heimin hvørva sum døgg fyri sól. Tey verða køvd av teimum størru. Hjá føroyskum er støðan ikki so hættislig, men vit mugu kortini vera á varðhaldi.
Við tí málsliga hugburði, sum fleiri nú tykjast hava (ikki bara “Foreiningin”), har føroyskt og danskt næstan kann brúkast hvørt um annað, har føroyskir og útlendskir bókstavir kunnu vevjast í ein málsligan vavgreyt, ja, við slíkum hugburði kann vandi vera á ferð.
FOR EKSEMPUL: For exempil, forsempul!? Ja, hví ikki? spyr onkur. Er neyðugt at siga ella skriva “til dømis”?
Í seinastuni er málblandari komin á vøllin við rættiliga víðgongdum sjónarmiðum. Tað er sambært viðkomandi í lagi at blanda danskt upp í føroyskt, ikki bara munnliga, men eisini skrivliga! Sig so tað! Nýhugsan!?
TRAÐKA Í KARAKTER: Hugaligt var kortini í somu viku at síggja lesarabræv, har maður fanst at nýggjari føroyskari málisku: “at traðka í karakter”. Eg haldi, tað verður sagt í sambandi við ítrótt. Veit onkur, hvat tað man merkja?
ANGREB og FORSVAR: Hasi bæði orðini vórðu brúkt í eini útvarpsítróttarsending!? Ja, hví siga “álop og verja”, tá vit hava orðini “angreb og forsvar”?!
EITT MÁLTÍÐ: Soleiðis segði maður í útvarpinum sjálvan altjóða móðurmáladagin! Nei, eg nevni ikki navnið. Ein tíð er ikki hvørkikyn. En tid á donskum átti heldur ikki at verið hvørkikyn. Kortini siga danir “et måltid”!? Ein máltíð er tað rætta.
MUNTLIG LØGTINGSMÁL: Trífalt tvíve.løgting.fo . Har kallast okkurt “muntligir fyrispurningar”. Munnu tey ikki meina munnligir?
Vónandi fer løgtingið at taka undir við tí, sum Árni Dahl og hansara málnevnd hava lagt fram móðurmálinum at frama.
Vit mugu hava meira av føroyskum undirvísingartilfari og nógv meira av føroyskum teksti á sjónvarpsskíggjan!! Ansið nú eftir stavivillum, Dagur og vika!
E.S.: STAVINGIN: Í Føroyum stendur illa til við stavingini, heilt illa, sjálvt um føroyskt ikki er so torført at stava!? DØMI: Nøkur, ið vóru á seinasta skeiðið (huff, huff, eg sigi ikki meir).
E.E.S: Hví sleppur “Sprokstrikan” at skriva við dulnevni?
Við móðurmálskvøðu
Á Borg á Argjum 1. várdag 2010