Altjóða ráðstevna í Føroyum um ílegugransking

Í september verður altjóða ráðstevna og verkstova í Føroyum um ílegugransking.

Ætlanin er samstundis, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, sigur Bogi Eliasen í Fargen.

Hann sigur, at stórur áhugi er fyri Fargen uttanlands og í hesum sambandi eru fyrispurningar komnir um at halda eina árliga ráðstevnu í Føroyum um møguleikar og úrslit við FarGen, – umframt hevur hvør ráðstevna eitt serligt tema við altjóða áhuga.

FarGen verkætlanin hevur vakt stóran áhuga kring heimin og hevur nakrar av heismins sterkastu ílegugranskarum knýttar at sær í einum vísindaráðgevarabólki. Hesi koma øll til Føroya í september í ár.

- Í hesum sambandi verður skjøtil settur á at byggja upp eina árliga ráðstevnu við eini verkstovu, sum verður hildin fyrstu vikuna í september 2012.

Høvuðsevni verða: møguleikar við ílegulesing, brúk av íleguvitan í heilsuverkinum, etiskar, samfelagsligar og løgfrøðisspurningar í samband við FarGen.

- Tiltakið skal ætlandi mennast til eitt árligt netverksstað hjá áhugapørtunum, sum gevur føroysku aktørunum møguleika at byggja upp sambond og samstørv kring knøttin, umframt at vit lata dyrnar upp fyri altjóða gransking og vinnu á hesum spennandi øki, sigur Bogi Eliasen.