Íløga í sálarheilsu, er høvuðsyvirskrivtin, sum Altjóða Heilsufelagsskapurin í Sameindu Tjóðum, WHO, hevur sett fyri altjóða sálarheilsudagin, sum er í dag 10. oktober.
Nógva staðni runt heimin verður ljós varpað á sálarheilsuna hendan dagin, og hjá WHO er eisini umráðandi at gera vart við, at í nógvum av heimsins londum verður alt ov lítið tilfeingi sett av til sálarheilsu, og at hetta er serliga ringt í nógvum av menningarlondunum, har tað als ikki verða settir almennir pengar av til sálarheilsu.
Her um okkara leiðir er ymiskt, hvussu nógv verður gjørt burturúr degnum. Seinastu árini hevur ljósið serliga verið sett á galdandi uppfatan av sálarsjúku og sálarheilsu í samfelagnum. Tað er framvegis soleiðis her heima, at ein tann tyngjandi parturin við at gerast sálarsjúkur er, at hetta framvegis er umfatað av tøgn, vantandi vitan og skuldarkenslu, bæði hjá teimum, sum rakt verða og teirra avvarðandi.
- Tað er framvegis alneyðugt at kunna meira um sálarsjúkur og sálarheilsu her heima, eins og tað er sera umráðandi, at vit gera vart við, at møguleikarnir at koma seg aftaná sálarsjúku eru munandi batnaðir seinastu árini, sigur Tormóður Stórá, sálarlækni og leiðandi yvirækni á Psykiatriska Deplinum.
Tað er eisini umráðandi, at vit her heima eisini gera íløgur í sálarheilsu komandi árini, sigur hann og fegnast um, at tað verður settur peningur av til at byggja sambýlir og nýggjan psykiatriskan depil.
- Men hetta er sum so ikki annað enn at innheinta forsømda røkt av tí materiella partinum av økinum, og tað er eisini neyðugt at fylgja leistinum hjá WHO, at gera íløgur í sálarheilsuna her heima. Hetta kann gerast við at vit gera nakrar raðfesting av íløgum fyri komandi árini, soleiðis at vit kunnu styrkja viðgerð av sálarsjúkum, styrkja fyribyrging av sálarsjúkum við at styrkja sálarheilsuna, nakað sum kann gerast við at gera íløgur í munadygga og umfatandi upplýsing um hesi viðurskifti, sum samstundis vil linna um hjá teimum, sum eru tyngd av sálarsjúku, sigur Tormóður Stórá, sálarlækni.
Felagsskapurin Sinnisbati fer seinni í ár at skipa fyri ymiskum tiltøkum í kjalarvørrinum á altjóða sálarheilsudegnum.