Altjóða seminar um strongd

Mánadagin 28. apríl skipar Trygdarmiðstøðin í Klaksvík fyri einum seminari um strongd. Sjómenn eru serliga útsettir fyri hesum og bukka mangan ov tíðliga undir arbeiðsbyrðuni

Mánadagin 28. apríl verður eitt sera spennandi seminar um strongd í Norðurlandahúsinum. Trygdarmiðstøðin hevur í nøkur ár verið limur í altjóða felagsskapinum IASST (www.iasst.com). IASST er eitt felag, sum hevur sum endamáls, at samla veitarar av trygdarskúlum við serligum atliti til venjing av fólki í sjóvinnuni, frálandavinnuni og tí loftbornu vinnuni. Limirnir í IASST møtast av og á til ymisk fundarvirksemi, og síðst í apríl, er tað føroyska umboðið sum er vertur. Temadagurin sum verður í Norðurlandahúsinum mánadagin 28. apríl, verður um strongd, og vendir hann sær til alt heilsuøki.

Hví seta fokus á strongd?

Vælvitnadi at sjómanslívið er ógvuliga merkt av macho-mentanini, so er tað ein royndur lutur, at strongd trívist væl í hesum umhvørvi og er hetta millum annað ein av orsøkunum til, at alt ov nógvir sjómenn ? ov tíðliga bukka undir arbeiðsbyrðuni.

Ein av høvðustalaraunum er Steven Callahan frá USA. Steven sakk við seglbáti sínum í 1982, og rak fyri vá og vind í 76 dagar. Umframt at hava skriva fleiri bøkur og í tíðarritum, so er Steven Callahan eisini rithøvundur til bókina ?76 days adrift?. Hendan bók hevur fingið sera góð altjóða ummælir.

Teir sum hava innlegg á seminardegnum eru:

Pál Weihe yvirlækni, kemur at tosa um ?strongdartekin hjá sjómonnum?. Óli Hans Hammer Olsen, fyrrverandi stjóri á skipaeftirlitinum, kemur at tosa um tær lógir, sum eru galdandi á sjónum. Steven Callahan, um strongd í bjargingarbáti. Eyðun Joensen sálarfrøðingur, um royndir við viðgerðum av forlistum og Halvard Aasjord frá SINTEFF, frá Norra, kemur at tosa um ?Fiskiskipið sum framtíðar arbeiðspláss?.

Marius Magnusson leggur afturat, at tilmelding ferð fram hjá Greengate.