Altjóða tiltak í Norðragøtu

Forlagið Eksil skipar fyri einum altjóða tiltaki og fyri einum temadagi við framsýningum, upplestri og talks.

Forlagið Eksil skipar fyri einum altjóða tiltakið og fyri einum temadagi við framsýningum, upplestri og talks í býrðashúsinum í Norðragøtu. Tema fyri hendan dagin er hvussu listafólk kunnu arbeiða við og endurhugsa natúruna, landsløg og materialitet í einum post-humanum høpi tvs. í einum heimi, har menniskja ikki er miðdepil longur.

 

 

Ein kann uppliva nýggja videolist frá Hong Kong, høvundar frá USA og Danmark saman við føroyskum listafólkum og høvundum.

 

 

Hvussu kunnu vit endurhugsa okkara sambond við tað materiella og við tingini í heiminum, so sum kavaflykrur, plastikk, sukur, æti ella geislavirkni innan list og bókmentir?

 

 

Hava vit brúk fyri hugtakinum um natúru longur? Hvussu kunnu vit endurhugsa okkum sjálvi í mun til natúruna og list?

 

 

Listafólk: Jón Sonni Joensen (Faroe Islands), Jóhan Martin Christiansen (Fo), Tsz-Man Chan (Hong Kong), Randi Samsonsen (Fo), Johannes Göransson (USA), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Denmark), Vónbjørt Vang (Faroes), Stuart McLean (USA) & Anna Malan Jógvansdóttir (Fo).

 

Skrá:

17.00 Hanna Jensen heldur røðu fyri Eysturkommunu
Framsýning letur upp.
17.45 Upplestur 
Johannes Göransson (USA) lesur yrkingar
Anna Malan Jógvansdóttir(Fo) framløgu av nýggjari bók
Vónbjørt Vang (Fo) og Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Dk) upplestur og samrøða

Støðgur 
18.00 Talks Stuart McLean professari (USA) talk: ”On Surviving”.
18.25 Artist/pallborð 

 

 

Forlagið Eksil hevur eisini tiltøk hósdag og leygardag í Syðrugøtu í Fjósinum.

 

Hósdagin kl. 16.00 í Fjósinum Syðrugøta:

 

Hildaland: A Lost Man and A Lost Island – videolist og artist talk – Tsz-Man (Hong Kong) og Stuart McLean (USA)

 

 

19.00-21.00 lesa: Oddfríður Marni Rasmussen, Katrin Ottarsdóttir, Haldur Suni, Sámal Soll og Ludvík á Brekku.

 

Leygardagin klokkan 15.00 í Fjósinum:  skriviverkstað við professaranum innan skriving Johannes Göransson.