Í annaðkvøld klokkan 19 skal føroyska kvinnulandsliðið spæla fyrsta HM-undankappingardystin í hesari undankappingini. Dysturin verður ímóti Kekkia, sum eru styrkismettar nummar 37 á FIFA-styrkislistanum. Føroyska kvinnulandsliðið er nummar 69 á FIFA-styrkislistanum.
Sjey altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá dystin millum Føroyar og Kekkia, og tær sjey veddingarfyritøkurnar eru allar rættiliga vísar í, at Kekkia vinnur á Føroyum.
Hægsta oddsið uppá kekkiskan sigur er 1,22, og lægsta oddsið uppá, at Føroyar vinna er 9,00.
Veddingarfyritøkurnar trúðu heldur ikki uppá føroysku kvinnurnar, tá tær vunnu ein megnar 2-1 sigur á Turkalandi í undan-undankappingini á Tórsvølli í apríl. Tá var gjøgnumsnitsdoddsið uppá turkiskan sigur bara 1,23. Gjøgnumsnitsoddsið uppá føroyskan sigur var tá 9,83.
Tað er ókeypis atgongd til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Kekkia, og sum ímóti Turkalandi er tað sera týðandi, at tær føroysku kvinnurnar verða væl stuðlaðar. Rás2 sigur frá dystinum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Oddsini eru hesi: