Altjóða virðisløn til Smyril

Danska Knud E. Hansen vann herfyri altjóða góðkenning fyri teirra lut í projekteringini av nýggja Smyrli.

Skipasmíð

»Í eini tíð, har kassa-líknandi ferjur, sum verða sniðgivnar eftir støðugu royndunum at betra um effektivitet og umsetningsmøguleikar, er tað ein vælsignaður lætti at síggja heita vakurleikan á einum snøggari og væl fungerandi ferju við mjúkum linjum. Bygd til at gera tænastu á einum øki, sum er kent fyri harðbalið veðurlag.«
Somikið vøkur eru orðini, sum nýggi Smyril fær við sær á sonevnda ShipPax desing award. Her varð nýggju suðuroyarferjan herfyri kosin sum besta sniðgevingin á árinum, og komandi tíðina sleppa skipakøn kring allan heim at síggja, hvussu væl skipið er gjørt. Eitt nú verður greitt frá skipinum niður í smálutir í komandi útgávuni av ShipPax Design, umframt at onnur fakbløð kring heimin eisini gera burtur úr hesum.