Altjóða hjartadagur í Løkshøll

Á skránni eru millum annað persónligar søgur um hjartasteðg.

Altjóða hjartadagurin verður hildin um allan heim fyri at varpa ljós á hjartasjúku og hjartaheilsu.

 

Í Føroyum skipar Hjartafelagið fyri almennum tiltaki i Løkshøll 29. september klokkan 18.30.

 

Á skránni eru persónligar søgur um hjartasteðg og lívið sum avvarðandi, umframt faklig innlegg um hjartaheilsu frá hjartalækna og fysioterapeutum. Eisini eru tónleikainnsløg á skránni.

 

Skrá:

 

Arnbjørg Thorbjarnardóttir - Tá hjartað steðgaði

 

Ingibjørg Egholm - Lívið sum avvarðandi

 

Beinta Hammer - Hjartasteðgurin hjá manninum broytti lívið

 

Fysioterapeutar - Hjartaheilsa og rørsla

 

Sanna á Borg, hjartalækni og granskari um hjartaheilsu og kolesterol

 

Kvinnukórið Fljóðljóð syngur