Hyggja vit at tølunum, so var árið í fjør (1999) árið við hægstu tølunum. 540 vendu sær til Kreppumiðstøðina og 21 kvinnur og 28 børn gistu.
Í januar 1989 varð Kvinnuhúsfelagið set á stovn og 1. oktober í 1990 lat Kreppumiðstøðin upp. Ráðgevingin byrjaði í 1991 og í dag eru 6 fólk knýtt at hesi. Í 1991 varð fyrsta lønta starvsfólk sett í starv. Í dag eru 1,3 størv í húsinum og umframt eru 35 sjálvboðin. Fíggjarliga grundarlagið undir Kvinnuhúsinum/Kreppumiðstøðini er stuðul frá tí almenna og øðrum.
Fólk úr nærum øllum kommunum í landinum venda sær til Kreppumiðstøðina, fyri at fáa hjálp og ráðgeving.
Frá 1.10.1990 til 30.04.2000:
Henvendelser Beboerdøgn Beboere
kv. børn kv. børn
1990 5 5 2 3 1
1991 104 114 17 12 5
1992 372 290 68 18 12
1993 261 242 182 13 16
1994 316 234 148 12 7
1995 518 396 612 18 24
1996 434 435 288 17 14
1997 387 445 960 12 11
1998 383 423 407 14 13
1999 540 711 915 21 28
2000 174 116 77 6 2
Ialt 3164 3023 3401 133 124