Eitt álvarsamt ferðsluóhapp er hent við brúnna við Streymin í dag.
Sum skilst hevur ein bilur, komandi frá Norðskála, koyrt út fyri ein trailara, sum kom koyrandi suðureftir.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ein persónur sat fastur í bilinum, og at sløkkiliðið tí er farið norður at skera viðkomandi leysan.
Fyribils er brúgvin stongd.