Børn
Leygardagin 15. februar skipaði Bogaskjótifelagið Tambar í Havn fyri kapping fyri børn á 15 metrum.
Í bólkinum compound gjørdi Alvi Joensen enn einaferð um seg við nýggjum persónligum meti, tá hann trygt vann bólkin við (278+262) 540 stigum, nr. 2 var Alberta Gaardlykke við (271+262) 533 stigum og nr. 3 var Ásmundur Gaardlykke við (260+254) 514 stigum. Øll eru úr Bogaskjótifelagnum Ørvi.
Í bólkinum recurve var javnt í oddinum í steðginum millum Anniku Vang og Eirik í Jákupsstovu, men hendi eitthvørt í seinnu hálvu, sum gjørdi, at Annika vann bólkin væl frammanfyri øll hini við (264+270) 534 stigum. Eirikur bleiv nr. 2 við (259+213) 472 stigum. Bæði eru úr ørvi. Nr. 3 bleiv Bjartur Clementsen, Tambar, við (213+254) 467 stigum.
Eirikur var so óheppin undan kappingini, at bogin brotnaði. Tískil mátti hann læna eina annan boga, sum var nakað tyngri at skjóta við enn hansara egni og kann tað vera hetta, sum hevur verið trupuleikin í seinnu hálvu.
Vaksin
Sunnudagin skipaði Tambar aftur fyri kapping á 18 metrum, hesuferð fyri tey vaksnu.
Í bólkinum compound legði Per Holm Andersen seg trygt á odda frammanfyri Schandorff Vang við góðari skjóting. Seinna hálva millum teirra var sera jøvn og varð samlaða endaliga støðan, at Per vann við (285+283) 568 stigum, nr. 2 Schandorff við (278+282) 560 stigum og nr. 3 Jóannas Poulsen við (273+275) 548 stigum.
Í bólkinum recurve var javnt millum tey bæði fremstu. Unga Annika Vang førdi tepurt í steðginum frammanfyri einum øðrum afturbyrjaðum ungum skjútta Kristian Niclasen. Javnt gekk á og bleiv endaliga støðan, at Kristian vann við (239+241) 480 stigum, nr. 2 Annika við (246+229) 475 stigum or nr. 3 var Rógvi Mohr við (231+209) 440 stigum.