Alvi skoraði fyri fyrstu ferð

1. DEILD: Eftir 3-0 sigur á útivølli ímóti HB bjóðar B71 av álvara av í toppinum

Alvi Jespersen skoraði 1-0 málið, tá ið B71 vann 3-0 ímóti teimum næstbestu hjá HB. Hetta var dystur nummar 50 hjá Alva á besta B71 liðnum, og hetta var fyrsta málið, sum hann hevur skorað. Longst til høgru sæst Clayton Soares, sum skoraði tvey mál í kvøld, og sum er toppskjútti í 1. deild við 16 málum. Mynd: B71

Sandoyingar eru á veg um Skopunarfjørð við 3-0 sigri. Teir hava í kvøld verið í Gundadali og á Tórsvølli, har tað eydnaðist at vinna 3-0 ímóti teimum næstbestu hjá HB.

 

Sigurin ber við sær, at B71 hevur 26 stig, ið er sama stigatal, sum Víkingur á triðja plássi hevur. Víkingur hevur spælt ein dyst fleiri enn B71, og málmunurin hjá Víkingi er +12, meðan málmunurin hjá B71 er +11.

 

Leygardagin fær B71 vitjan av Víkingi.

 

Eftir hornaspark var tað Alvi Jespersen, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði B71 á odda 1-0. 18 ára gamli verjuspælarin hevur verið tann drúgvasti av øllum hjá B71 í ár. Í kvøld var hann fyri 50. ferð á besta liðnum hjá B71 – tveir í steypakappingini og 48 í landskappingini. Og í kvøld var hann sambært faroesoccer.com fyri fyrstu ferð málskjútti á besta B71 liðnum.

 

Sandoyingar høvdu fleiri góðar málmøguleikar, og tvær ferðir aftrat eydnaðist tað at fáa bóltin í málið aftanfyri Kristian Dam Petersen í HB málinum.

 

Sum so mangan áður, so var Clayton Soares í kvøld rættiliga avgerandi hjá B71. Hann skoraði bæði til 2-0 og 3-0. Nú er hann toppskjútti í næstbestu deildini við 16 málum. Jónas Warner átti uppleggið til 2-0 málið, tá ið ein hálvur tími var farin, og Aron Clementsen átti uppleggið til 3-0 málið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

 

HB, sum er á sjeynda plássi við 18 stigum, skal ólavsøkudag spæla grannauppgerð ímóti B36.

 

Alvi Jespersen skoraði 1-0 málið, tá ið B71 vann 3-0 ímóti teimum næstbestu hjá HB. Hetta var dystur nummar 50 hjá Alva á besta B71 liðnum, og hetta var fyrsta málið, sum hann hevur skorað. Longst til høgru sæst Clayton Soares, sum skoraði tvey mál í kvøld, og sum er toppskjútti í 1. deild við 16 málum. Mynd: B71