Tónleikur
Myspace.com er vorðið eitt sant gullnám av tónleiki, bæði kendir og ókendir bólkar hava tikið henda portal til sín, og eisini millum føroyskar bólkar er myspace vælumtókt. Her eru hópin av føroyskum tónleikarum innan allar møguligar tónleikagreinir. Ein av føroysku profilunum er Alvin Ellebye Andersen, og hesa vikuna hevur føroyski sangskrivarin lagt enn eitt lag á profil sín.
Frammanundan hevur Alvin Ellebye Andersen løgini Rógv Ritan Rógv og Colours á síðuni, ið vísa fjøllbroytni hjá honum. Tann eitt sindur rokkutti kappróðrarsangurin Rógv Ritan Rógv er sungin av konuni hjá Alvini, Signu Andersen. Meðan poppkenda lagið Colours er sungið av bróður Alvin, Agnar Ellebye.
Nýggja lagið er eitt nokkso fangandi popplag, Be My Friend, og ljóðar munandi meira elektroniskt enn hini bæði løgini. Tað hoyrist á øllum løgunum, at grundin hjá Alvini er í rokkinum.
Til ber at hoyra løgini hjá Alvini á myspace.com/ellebye har ber eisini til at síggja videoupptøkur hjá Alvini.