Álvur Zachariasen farin

Fyrrverandi løg­tings­maður Sjálv­stýr­is­floksins í Norð­oyggjum er deyður

Álvur Zachariasen, fyrr­ver­a­ndi løgtingsmaður fyri Sjálv­­stýr­is­flokk­in, and­að­ist týsdagin, 91 ára gam­al.

Hann var føddur í Klaks­vík 5. juni í 1931.

Hann var sonur Mariu, f. Hen­­riksen úr Klaksvík og Sím­­un Petur Zachariasen av Kirkju, sum í ár var løg­tings­maður fyri Sjálv­­stýr­­­i­s­flokkin. Álvur var gift­ur við Korintu, f. Hein­e­­sen úr Klaksvík.

Álvur Zachariasen var vald­­ur á ting fyr Sjálv­stýr­is­­flokkin í 1994, eftir at As­bjørn Joensen, sum í mong ár um­b­oðaði flokkin í Norð­oya val­dømi var deyður.

Álvur Zachariasen sat á tingi valskeiðið 1994 til 1998, tá Sjálvstýrisflokkurin var part­ur av samgonguni, sum varð skipað í 1994 við Ed­­mundi Joensen sum løg­manni.

Álvur var útbúgving skips­­før­ari í 1957. Hann starv­­að­ist sum yvirmaður í reið­­a­r­­ínum Lauritzen árini 1955 til 1964. Hann var yv­ir­maður hjá Skipa­felagnum Før­oyar frá 1964 til 1971 og lærari á Klaks­víkar Sjó­mans­skúla frá 1972 til 1998.

Av øðrum politiskum størv­­um kann nevnast, at hann var limur í Klaksvíkar bý­­ráð frá í 16 ár frá 1980 til 1996.