Alzheimersfelagið: Demenslinjan letur upp í dag

Alzheimersfelagið, sum varð sett á stovn 9. september í ár, fer nú av álvara undir virksemið sítt. Í dag letur tann sokallaða demenslinjan upp, ið er ein telefonlinja, sum skal upplýsa og kunna um demenssjúkurnar

 

Alzheimersfelagið


Telefonlinjan er fyri øll, og fer hon at svara hvørt týskvøld frá klokkan 18 ? 20.

? Tað er so nógv at fara í holt við á hesum økinum, og hava vit valt at byrja í smáum, sigur Sigrún Mohr, formaður í Alzheimersfelagnum.

? Hetta er so fyrsta veruliga stigið vit taka eftir at felagið varð sett á stovn. Við telefonirnar koma at sita fakfólk, ið hava upp til 20 ára royndir innan demens. Tey, ið ringja inn kunnu vera anonym, og hava tey, ið svara telefonunum tagnarskyldu.

At hava eina demenslinju er eisini roynt í londunum rundan um okkum, og verða tær linjurnar ógvuliga nógv brúktar. Hendan linjan verður í fyrsta lagi ein royndkoyring í tríggjar mánaðar. Eftir tað verður tikið støðu til um haldast skal fram ella ikki.

Øll kunnu ringja á demenslinjuna. Fólk, ið møguliga hava mistanka um demens, avvarðandi, sjúk ella eisini um ein hevur tørv á at tosa við onkran. Tað er jú ógvuliga tungt hjá teimum avvarðandi at hava ein dementan í familjuni, og kann hetta fara við nógvari orku.


Alzheimers mest útbreitt


Talið á dementum í Føroyum liggur um 1000, og er hetta talið roknað út frá eini kanning, ið ein professari í universitetinum í Odense hevur gjørt á Fyn. Ongi føroysk hagtøl eru enn, men samanborið við onnur lond, man talið liggja harum.

Tað finnast upp til 100 demenssjúkur, harav er Alzheimers tann mest vanliga. Upp til 60% av demenssjúkunum er Alzheimers.

?Demens er ein fylgja av tí, sum hendir í heilanum. Heilasellurnar missa sambandið við hvørja aðra, og kann hetta koma av so nógvum, sum til dømis heilabløðing, sigur Kári Árting, limur í Alzheimersfelagnum.

? Sjúkan er arvalig, og verður granskað nógv innan júst hetta økið, tí hetta er jú ein samfelagstrupulleiki.

At fáa eina diagnosu er ógvuliga týdningarmikið hóast sjúkan ikki kann lekast. Heilivágur er, sum kann leingja sjúkragongdina munandi, soleiðis at tann sjúki fær betri liviumstøður í longri tíð.

Demens er staðfest heilt niður í 30 árs aldurin, men er hetta ikki vanligt. Eldri tú verður, størri er møguleikin fyri at verða dementur. Sagt verður, at 25% av fólkunum verða rakt av demens fyrr ella seinni.

Eisini hevur Alzheimersfelagið onnur ting á skránni, men tey fara ikki í gongd við hetta júst enn. Ætlanin er at fara út á bygdirnar við fyrilestrum, og eisini verður arbeitt við eini heimasíðu. ? Men hetta fara vit ikki í gongd við fyrr enn fyrst í næsta ár, sigur Kári Árting at enda.


Demenslinjan letur upp í kvøld klokkan 18, og svarar hon til klokkan 20. Annars verður hon opin, hvørt týskvøld frá 18 ? 20. Telefonnummarið er 313102.