Við á ferðini eru tveir føroyskir solistar. Sangarin Ernst Sondum Dalsgarð er tenorur á Det Danske Kgl. Teater. Hann verður solistur í nýggjum verki, Nede på jorden, eftir Søren Bruun, ið fekk tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør. Teksturin er eftir William Heinesen.
Hin solisturin er Rune Tonsgaard. Hann er konsertmeistari í Sjællands Symfoniorkester.
Fleiri konsertir eru á skránni á Føroyaferðini. Tann 22. mai kemur orkestrið til Føroya og konsert verður í Tvøroyrar Kirkju 23. mai (hvítusunnudag) klokkan 15:30. Tann 24. mai (2. Hvitusunnudag) er konsert í Havnar Kirkju kl. 16:00. Tann 25. mai er konsert í Miðvágs Kirkju. Tann 27. mai er konsert í Christianskirkjuni. Tann 29. mai er konsert í Løkshøll klokkan 16:00 og sunnudagin 30. maj er konsert í Norðurlandahúsinum klokkan 16:00.
Orkestrið hevur drúgva konsert skrá, men fer á ferðini eisini at taka sær av løttum og vera ferðandi í Føroyum. Amadeusensemblet er hátt virt orkestur í Danmark, og somuleiðis eru solistarnir stór nøvn. Ulf Nordlund, ið hevur verið tónleikalærari í Føroyum, er við á ferðini. Dansk Færøsk Kulturfond og A.P. Møllers Fond stuðla ferðini.
Nærri sæst um orkestrið og hvat teir ætla at spæla á ferðini á www.Amadeusensemblet.dk