Amagerbanken: Eftirlitið sveik

Ein rúgva av persónum munnu í dag sita við reyðum oyrum og einum løgnum, ringum smakki í munninum, í kjalarvørrinum av kollsiglda Amagerbankanum. Business-line skeivar á sínari heimasíðu, at tað var nevnd, stjórn, grannskoðan og eftirlitið, sum sveik.

Formaðurin í Fíggjarligum Støðufesti, Henning Kruse-Petersen, (myndin) heldur, at ábyrgdin peikar í fleiri ymiskar ættir.

Gamla leiðslan við Jørgen Brænstrup, forstjóra, sum bleiv frákoyrd í november mánaða og fyrrverandi nevndarformaðurin, N.E. Nielsen, bera eina stóra ábyrgd, tí teir hava rikið henda ?skeiva? bankan og átikið sær óvanliga stórar kredittir og váðar, teir flestu í bústaðarvinnuni.

Grannskoðanin og eftirlitið fáa eisini nøkur orð á vegnum:

Grannskoðararnir hava undirskrivað tíðarroknskapirnar, ein fyri og annan eftir og munnu nú at sita við reyðum oyrum. Eisini Fíggjareftirlitið má sita eftir við somu kenslum.

Kruse-Pedersen ivast ikki í, at tað koma rættarsakir um endurgjald í kjalarvørrinum av kollsiglda Amagerbankanum.