Í blaðnum leygardagin skrivaðu vit, at Símun Jóhan Wolles á Eiði fylti 70 ár. Eisini nevndu vit, at foreldrini Elspa og Óli í Uppistovu fingu tvíburar tvær ferðir. Teir báðir eldru tvíburarnir eru Amanda Andreasen í Klaksvík og Símun Jóhan Wolles á Eiði.
Tað heldur óvanliga er, at hóast tey eru tvíburasystkin, fylla tey ikki sama dag. Amanda fylti 70 ár leygardagin, Símun Jóhan sunnudagin. Hansara føðingardagur varð hildin fyri hálvtfjórða hundrað gestum í tí nýggju og stásiliga ítróttarhøllini á Eiði.
Á Trøllanesi er tað vanliga, sum helst í øðrum smábygdum, at tilkomin fluttu børnini av bygdini. Einans ein sonur plagar at vera eftir og føra húsið víðari.
Amanda flutti til Klaksvíkar og giftist í 1955 við Leivi Andreasen av Húsum. Tey eiga sonin Jákup, f. í 1955, hann er stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, og døturnar Elspu 1957 og Oddbjørg 1961.
Umframt at røkja hús og heim hevur Amanda eisini havt útiarbeiði. M.a. hevur hon arbeitt nógv á flakavirkinum á Kósini.