Amanda, f. Magnussen, er fødd og uppvaksin í Saltangará. Hon kom til Havnar sum 16 ára gomul til at halda hús hjá Onnu og Edvard Bærentsen í Nýggjustovu. Frá 1947 til 1951 arbeiddi hon í H.N. Jacobsens Bókahandli. Hon giftist í 1950 við Hendrik Jacobsen, úr Dávastovu, í Havn. Amanda hevur fingist nógv við hondarbeiði, sum t.d. at montera og liðugtseyma føroysk klæðir fyri fólk úr øllum landinum. Hon arbeiddi í fleiri ár í hondarbeiðsbúðini hjá Ragnhild Fuglø í Sverrisgøtu. Amanda plagdi eisini at hjálpa systir Hendrik, Tinu Jacobsen, við at selja happadráttarseðlar. Tá Tina doyði í 1973, varð Amanda biðin um at søkja um at blíva happadráttarseljari. Síðan tá hevur hon selt happadráttarseðlar í N. Finsensgøtu. Amanda og Hendrik eiga døturnar Maritu og Birgit, sum báðar búgva í Vanløse í Danmark.