Óðamannaverk at gera Sandoyartunnilin fyrst

Semjan í tunnilsbólkinum hjá samgonguni tryggjar, at farast kann undir undirsjóvartunnilin í Eysturoynna heilt skjótt og tað er óðamannaverk at fara undir Sandoyartunnilin fyrst, sigur Bill Justinussen

- Tað, sum eg legði størst dent á, at farast kann undir undirsjóvartunnilin í Eysturoynna sum skjótast.

Tað sigur eysturoyartingmaðurin, Bill Justinussen, sum eisini var limur í tunnilsbólkinum hjá samgonguni.

Hann sigur, at í tilmælinum hjá bólkinum hevur hann tryggjað sær, at arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin kann byrja rættiliga skjótt.

Bill Justinussen sigur, at arbeiðið hjá privata tunnilsbólkinum hevur ligið í dvala leingi, tí bíðað hevur verið eftir einari politiskari avgerð.

- Skulu landsstýrið og privata partafelagið nú undir samráðingar um, hvørjum treytum partafelagið skal sleppa at gera tunnilin eftir, stúri eg fyri, at tað fer at ganga drúgv tíð, áðrenn arbeiðið kann fara ígongd, tí talan er um sera tórførar samráðingar

Bill Justinussen vísir á, at talan er um samráðingar, sum ikki hava sítt fordømi nakrastaðni í Evropa, men sum samstundis koma at skapa fordømi fyri framtíðina.

- Samstundis skerst ikki burtur, at nógvir politikarar eru ímóti, at eitt privat felag ger Eysturoyartunnilin og tað hevði eisini elvt til trupulleikar.

Av tí sama stúrir hann fyri, at tær verða drúgvar og at Eysturoyartunnilin sostatt verður skotin langt út í framtíðina.

- Tí meti eg, at skal tað bera til at fara undir Eysturoyartunnilin í næstu framtíð, er tað best, at tað almenna yvirtekur verkætlanina, tí samráðingar við privata felagið um eitt hóskiligt endurgjald, kunnu fáast frá hondini rættiliga skjótt.

- Hetta er ein loysn, sum tryggjar, at ferð kemur á arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin, so at farast kann undir hann í næstu framtíð.


Óðamannaverk

Hinvegin fæst hann ikki beinleiðis at siga, at Eysturoyartunnilin skal gerast áðrenn Sandoyartunnilin.

Men hann staðfestir, at Eysturoyartunnilin kastar pening av sær til samfelagið, men at Sandoyartunnilin ikki ger tað.

- Tí er tað óðamannaverk at hugsa tann tankan, at Sandoyartunnilin verður gjørdur áðrenn Eysturoyartunnilin.

- Eg eri rættiliga vísur í, at ongin politikari er so ørur, at hann hugsar tann tankan, leggur hann afturat.

Hann sigur, at undir øllum umstøðum verður ikki klárt at fara undir Sandoyartunnilin fyrrenn um eini tvey, trý ár.

- Tá kann arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin verða komið rættiliga langt, áðrenn tað verður klárt at seta borin í Sandoyartunnilin, tí eg síggi fyri mær, at arbeiðið at bora Eysturoyartunnilin kann byrja seint næsta ár.

Hann staðfestir eisini, at tað stendur ikki í tilmælinum frá tunnilsbólkinum, at farast skal undir Sandoyartunnilin í 2011.

- Tilmælið er, at tað kann farast undir hann í 2011, men tað kann eisini vera seinni, tað veldst alt um umstøðurnar.

- Tað kunnu allir møguligir trupulleikar taka seg upp, bæði av fíggjarligum og tekniskum slag og tí er tað burturvið at áseta ein nágreiniligan dag.

Bjørt Samuelsen hevur eisini boðað frá, at báðir tunlarnir verða ikki gjørdir ísenn.

- Eitt er at gera tveir tunlar ísenn. Eitt annað er, at tað er ikki neyðugt, at Eysturoyartunnilin er púra liðugur, áðrenn farið verður undir Sandoyartunnilin.

Les eisini greinina "Eg selji ikki Sandoynna fyri eina almenna løn" og greinina " SAndoyartunnilin er komin í hús".