»Í Óðamansgarði« fyri fullum húsum í Reykjavík

Fyri fullum húsum varð Føroya fyrsta opera frumsýnd í Reykjavík í gjárkvøldið. Undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, varð opera Sunleif Rasmussens ?Í Óðamansgarði? framførd á tjóðpalli íslendinga

? Tað var sjáldsamt at hoyra íslendingar syngja føroyskt, segði Heðin Mortensen borgarstjóri, ið var millum innbodnu gestirnar, nú Listahátíð er í íslendska høvuðsstaðnum.

Libretto?in, ið er teksturin í opera, varð vístur upp á veggin, so øll kundi fylgja við.

Tað er Dánjal Hoydal, ið hevur skrivað tekstin, ið byggir á søguna hjá Williami Heinesen um Marselius og Stellu Kristinu, sum í broytingarárunum møtast á fremmandari grund ? í garðinum hjá einum óðum manni í Havn.

Millum gestirnar til føroysku frumframførsluna á íslendska Tjóðpallinum vóru Ólafur Ragnar Grímsson, forseti Íslands og Katrín Jákupsdóttir, ráðharri Íslands við undirvísingar-, granskingar- og mentamálum.

Tey hildu bæði talu og heilsaðu føroyingum við hetta sjáldsama høvið.

Heðin Mortensen, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, ið samstarvar við norðurlendsku høvuðsstaðirnar og serliga teir í útnorðuri, helt eisini talu. Hann takkað fyri innbjóðingina og ynskti eitt enn sterkari mentanarligt samstarv millum Tórshavn og Reykjavík.