Amariel í Gallerie Rasmus

Amariel í Gallerie Rasmus

Frá leygardegnum 20. februar til 13. mars, sýnir Gallerie Rasmus í Kolding fram málningar hjá Amariel Norðoy.

Amariel Norðoy og Frode Steinicke, skulptørur, sýna fram.

Amariel kenna vit sum ein av listamonnum okkara í fremstu røð. M.a. verður sagt um hann í sýningsskránni, at verk hansara síðstu árini hava verið merkt av musikalskari expressionismu. Og ljósið er týdningarmesta fixpunkt.

Um Steinicke verður m.a. sagt, at hann er nonfigurativur skulptørur.

Gallerie Rasmus í Kolding er opið mikudag - fríggjadag frá klokkan 13 til 17:30. Leygardag er opið frá 10 til 13:30. Sunnudagin 21. februar er opið frá 11 til 16.