Sunnudagin 30. november kl. 15 ? 17 hevur listamaðurin Amariel Norðoy fernisering í Føroyahúsinum Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan. Hann er útbúgvin skipasmiðjur, Det Kongelige Danske Kunstakademi, København, 1977-83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Hann hevur m.a. prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð í Tórshavn og Samuels Kirkjuna í Keypmannahavn. Prýtt ymisk tíðarrit og bøkur. Afturvendandi temu hjá Amarial Norðoy eru skiftandi ljósið, báturin og útróðrarbørn. Flestu myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum, Mikladalur og Kalsoyarfjørður
Temaði á hesi framsýningini er ?Útróðrarbørn - sálmar lívsins?.
Framsýningin er opin fram til 13. december 2008, mánadag-fríggjadag frá kl. 14 - 18.