Amariel Norðoy í Gallerie Focus

Amariel Norðoy í Galerie Focus. Fríggj­a­­dagin 25. februar kl. 16 til 18 let­ur ein fram­sýn­ing við verkum hjá Amar­iel Norðoy upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Amariel Norðoy er mál­ari og graf­ik­ari. Hann hev­­ur sýnt fram ymsa staðni í Eur­opa, USA og Jap­an, hann er útbúgvin skip­a­smiður. Det Kongelige Danske Kunst­aka­demi, Køb­en­havn, 1977-83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Hann hev­ur m. a. prýtt skúlan í Porkeri, Lág­ar­garð, Tórshavn. Samuels Kirkj­u­na í Keypmannahavn. Prýtt ymi­­sk tíðarrit, bøkur og plátu- og flø­g­u­hús­ar. Aft­urvendandi temu hjá Amarial Norð­oy eru Skiftandi ljósið, Báturin og Útr­óðr­ar­børn, flestu myndirnar eru í­blást­ur frá uppvøkstrinum, Mikl­­­a­dal­ur og Kalsoyarfjørður.
Fram­sýning­in verð­ur op­in til 10. mars, týsdag til fríggj­adag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.