Stóra tøkniliga handilsstevnan Wired Retail er í dag, og ein av røðarunum er føroyski Rúnar Reistrup, stjóri á Depop.
Depop er ein søluapp, sum knýtir keyparar og seljarar tættari saman, enn hvat ein kennir frá til dømis stórum heimasíðum sum Amazon. Á ein hátt kann sigast at Depop knýtir saman sosial netverk og online handil.
Sambært Wired.com hevur Rúnar Reistrup á stevnuni ført fram, at framtíðin í online handilsvinnuni er meiri persónligur enn tað, vit kenna í dag. Hann sigur millum annað, at Amazon er ikki annað enn Walmart á netinum.
- Amazon skuldi aldrin verið til, sigur hann stutt og greitt, og vísir á, at grundarlagið undir samskiftinum á alnetinum er tað sosiala.
- Onkustaðni a vegnum í menningin av hesi vinnuni, hava vit fullkomiliga mist tað stuttliga og tað sosiala burtur, sigur Rúnar Reistrup.
Upprunagreinin er at lesa her.