Amboðslið høvdu felagsvenjing

Fimleikarar og venjarar hugnaðu sær óført, tá felagsvenjing var í Havnar Fimleikafelag

 

Sunnuudagin 28. oktober skipaði fimleikadeildin fyri innanhýsis felgasvenjing fyri amboðsliðini í Havnar Fimleikafelag.

Hendan felagsvenjingin var sett til 11. november, men av tí at gólvið í høllini á Stórheyggi skuldi skiftast, var hetta tiltakið framskundað.

11 lið við samanlagt 250 fimleikarum og 14 venjarum, kundu luttaka í felagsvenjingini, og uppmøtingin var heilt góð. 12 venjarar og 120 fimleikarar.

Felagsvenjingin gekk væl, og børnini stuttleikaðu sær óført. Byrjað varð við upphiting, ið Heini og Maria skipaðu fyri.

Luttakararnir sluppu at royna ymisk amboð, ið tey vanliga ikki nýta. Her kunnu nevnast ringarnir, barr, bummar og air-track. Tá tey professionellu venja í ringum og á barr stroyða tey magnesia á hendurnar, og hetta sluppu luttakararnir eisini at royna ? og serliga stuttligt var tað at kunna geva herðaklapp, so rokið stóð frá.


Gekk væl

Undir venjingini vóru ymsar broytingar, so alt, sum upprunaliga var á skránni, varð ikki gjøgnumført.

Seks ymiskar amboðsbreytir vórðu settar upp, og fimleikararnir vóru býtti sundir í eins nógvar bólkar. Síðani skiftust bólkarnir um at venja á teimum ymsu breytunum.

Venjingin gekk væl, og hóast ein forleingjari til air-track maskinuna brendi saman, so kundi tað heldur ikki steðga venjingini. Ein mamma var skjót til húsa eftir einum nýggjum forleingjara, og so bar aftur til at venja á air-track maskinuni.

Í steðginum fingu børnini frukt og PopTop. Fruktin var stuðul frá p/f Poul Hansen og FK í miðbýnum, og MBM hevði latið PopTop drykkirnar.

Tey, sum skipaðu fyri, eru fegin um stuðul og hjálpina, sum foreldrini veittu.

Aftaná venjingina hugnaðu venjararnir, sum eru veteranar innan fimleikin, sær við at leypa á air track.