Amboð flytir í nýggj hølir

Nýggi handilin í Mykinesgøtu 7 letur upp hósdagin 7. oktober klokkan 8. Henda dagin bjóða eigararnir eisini til móttøku, har øll eru vælkomin á gátt, og handilin hevur nógv framúr tilboð.

 

Hjalti Lamhauge og Kristian Holm Joensen framman fyri handilsbygningin í Mykinesgøtu 7.

Í summar keypti Ambod.fo bygningin í Mykinesgøtu 7, og hetta varð gjørt fyri at samla alt virksemið hjá fyritøkuni undir sama taki. 

 

- Seinasta hálvt annað árið er virksemið hjá okkum økt sera nógv, og hetta hevur gjørt, at verandi hølisviðuskifti ikki eru nøktandi. Tí hava vit í Ambod.fo leitað eftir øðrum hølum.

 

Tað siga Hjalti Lamhauge og Kristian Holm Joensen, sum eiga og reka Ambod.fo. 

 

- Ætlanin hevur alla tíðina verið, at vera verandi í vesturbýnum, og tí eru vit í sera glaðir fyri møguleikan at keypa bygningin í Mykinesgøtu 7, sum bert liggur tveir minuttir í bili frá gomlu hølunum. Nú húsast vit í vinnuøkinum við Gamla Velbastaðvegin, har eitt nú Nomatek, Føroya Bjór, Bilrøkt, Wensel og aðrar fyritøkur liggja.

 

Teir báðir vísa á, at tað, sum hevur verið stóri vansin við gomlu hølunum, eru vánaligu parkeringsviðuskiftini og gólvvíddin, sum hevur gjørt tað torført at vísa alt vøruúrvalið.

 

- Í Mykinesgøtu eru parkeringsviðurskiftini sera góð, og hølini eru framúr á heili 866 fermetrum. Við hesum verður Ambod.fo hin mest spennandi amboðshandilin í Føroyum.

Ambod.fo byrjaði sítt virksemi fyri umleið átta árum síðan - í sera “simplum” umstøðum. Fyrsta goymslan var í eini holu undir einum sethúsum. Síðan hava vit flutt fimm ferðir, og Mykinesgøta 7 verður nú sættu hølini, sum Ambod.fo kemur at húsast í.

 

##med2##

 

Fleiri starvsfólk og góð heimasíða

Virksemið er støðugt vaksið øll árini, serliga síðan eigararnir, Hjalti Lamhauge og Kristian Holm Joensen, valdu at arbeiða við handlinum burturav.  

Í dag eru umleið fýra fulltíðarstørv í Ambod.fo. Hetta kann skjótt broytast í Mykinesgøtu 7, nú úrvalið og harvið virksemið fer at økjast munandi. 

 

Ambod.fo hevur eina sera umfatandi heimasíðu, har kundin kann síggja allar vørur, sum eru á goymslu umframt tað, sum kann bíleggjast.

 

- Vit leggja dent á, at øll í Føroyum hava møguleika at síggja og keypa amboð, uttan at tað er neyðugt at koma framvið handlinum. Eisini hevur tað týdning, at kundin kann fara inn á heimasíðuna og kanna, um vøran er á goymslu, áðrenn viðskiftafólk koma framvið at keypa. 

 

Ambod.fo sera breitt úrval

 

- Vit hava at kalla øll amboð, bæði til vinnu og privat, heimahandverkaran, bóndan og til tann vinnuliga timburmannin ella entreprenørin. Soleiðis hava vit eisini smærri entreprenørmaskinur, eins og vit kunnu skaffa alt til verkstøð av ymiskum slagi, siga Hjalti Lamhauge og Kristian Holm Joensen.

 

Teir leggja aftrat, at eingin fyrispurningur er ov lítil - og eingin er ov stórur. Eisini skaffar Ambod.fo alt innan HVS og el.

 

- Eingin veit meira um amboð enn vit í Ambod.fo, sigur Hjalti Lamhauge brosandi.

 

Hetta er tó kanska ikki heilt ósatt, tí við útbúgving sum maskinmeistari við fleiri ára royndum í frálandavinnuni, shipping og fiskiskipum er kunnleikin hjá Hjalta ein hin best hugsandi.

 

Saman við Kristiani, sum er útbúgvin maskinsnikkari við fleiri ára royndum innan byggivinnuna, eru Hjalti Lamhauge og Kristian Holm Joensen eitt gott toymi. Bestu royndir við amboðum eru praktiskar royndir.

 

Hetta halda teir hevur sera stóran týdning, og tí er ikki óvanligt, at Hjalti er onkran vikartúr til skips, ella Kristian ger smærri uppgávur innan byggivinnuna, soleiðis at teir kunnu viðlíkahalda sína vitan um amboð á besta hátt.

 

##med3##

 

Letur upp í Mykinesgøtu hósdagin

 

Nýggi handilin í Mykinesgøtu 7 letur upp hósdagin 7. oktober klokkan 8. Henda dagin bjóða eigararnir eisini til móttøku, har øll eru vælkomin á gátt.

 

- Vit bjóða kaffi og køku umframt sodavatn og sleikisneis. Sera nógv góð tilboð verða eisini, og her er nógv nýggj og spennandi vøra. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga eigararnir av Ambod.fo

 

- Hevur tú fyrispurningar, ert tú vælkomin ar ringja til okkum á tlf. 525090, skriva teldupost til [email protected] - ella vitja á okkara facebook síðu. Øll eru vælkomin til eitt gott prát og vegleiðing, leggja Hjalti Lamhauge og Kristian Holm Joensen aftrat.

 

##med4##

 

 

 

Hjalti Lamhauge og Kristian Holm Joensen framman fyri handilsbygningin í Mykinesgøtu 7.