Ambulansufólk til roynd

Fleiri ýlandi sjúkrabilar hava verið at hoyrt í Havnini í morgun. Tað er ikki tí, at nøkur stór vanlukka er hend, men tí at ambulansufólk eru uppi til roynd. Og tá so er, so skulu tey royna seg í útrykningskoyring í tøttu ferðsluni í miðbýnum í Havn.

Fyri eini løtu síðani fóru tveir sjúkrabilar ýlandi oman gjøgnum miðbýin - teir fóru eftir eini dukku, sum lá á Skálatrøð. Helst verða fleiri sjúkrabilar at hoyra seinni.