Atlantic Music Event A.M.E. (Atlantic Music Event) er ein føroysk/ norðurlendsk tónlistastevna ella ?showcase?, har endamálið er at kunna um føroyskan og norðurlendskan rútmiskan tónleik.
Vit ynskja at skipa fyri nøkrum góðum føroyskar/norðurlendskum konsertum og framførslum, ið helSt skulu liggja á einum høgum støði.
AME vil skapa umstøður hjá tónleikarum og fyriskiparum at vísa hvat føroyingar og norðurlendingar hava at bjóða á tónlistaøkinum.
Hetta skuldi helst ført við sær størri áhuga og sølu og enn meira fokus á Føroyar og norðurlond. Tað er Norðurlandahúsið, Menningarstovan, TUTL o.fl., ið skipa fyri tiltøkunum, sum vera í ymiskum londum kring heimin. Fyrsta AME-tiltakið verður 31. mars í Nasa í Reykjavík. Vikuskiftið 13. og 14. apríl 2007 verður AME Føroyar í Norðurlandahúsinum og í september verður vónandi fari til Vega í Keypmannahavn.