Budam og Mugison skulu pæla á AME í Vega Nú er greitt, at tað verður føroyski bólkurin BUDAM ið skal spæla á AME í Vega, saman við íslendska MUGISON. Hetta er samstundis fyrstu ferð at eitt ?ikki føroyskt navn? luttekur á AME í Vega.
Søgan er tann, at umboð fyri VEGA vóru boðin sum gestir til AME í Føroyum 13. og 14. apríl 2007. Undir vitjanini fingu tey møguleika, at hoyra eina rúgvu av føroyskum og norðurlendskum bólkum og einstaklingum. Nakrar konsertir vóru í Norðurlandahúsinum og aðrar vórðu hildnar í Kagganum í trý kvøld á rað. Í AME í Kagganum hoyrdu fólkini frá Vega fyri fyrstu ferð BUDAM og vórðu tey beinanvegin sera hugtikin av framførsluni. Seinni fingu tey enn ein møguleika at hoyra BUDAM, sum umboð fyri SPOT-festivalin í Aarhus høvdu valt sama kvøldið í Kagganum til Spot07. Á Spot07 kundu tey frá VEGA bara staðfesta at BUDAM var ein sera spennandi og góður føroyskur bólkur, sum tey vildu hava til eitt AME í Vega. Sum nakað nýtt varð skotið upp, at BUDAM skuldi spæla saman við einum íslendskum bólki ella einstaklingi. Seinni er avtala gjørd millum VEGA og íslendska MUGISON um at spæla saman við BUDAM. Mugison hevur fyrr spælt fyri fullum húsið í VEGA. Hann luttók eisini á G!festivalinum 2006.
AME í Vega í Keypmannahavn verður tað triðja í røðini. Fyrstu ferð var í 2004.
Konsertin verður leygarkvøldið 17. november kl. 21.00. Atgongumerki í forsølu kosta 150 kr.