»American Empress« kemur tann 22. februar

Stóri trolarin »American Empress« verður gjørdur klárur í løtuni og miðað verður móti at hann verður í Føroyum tann 22. februar. Manningin telur 75 kvinnur og menn, har tey 15 eru m. a. norðmenn, japanar og amerikumenn

ÓLAVUR Í BEITI


Áhugin fyri tíðarvendu ætlanunum hjá JFK Trol og Norway Seafood at fiska svartkjaft at virka til surimi við stóra Røkke-trolaranum »American Empress« er rættiliga stórur, ikki bert her á landi, men eisini yviri í Noregi. Sum skilst er talan um eina sera áhugaverda verkætlan, sum kann leggja lunnar undir einum nýggjum og sunnum svartkjaftaævintýri, um alt gongst eftir ætlanunum hjá JFK Trol.

Í løtuni eru fleiri av føroysku manningini yvir í Noregi og rigga stóra trolaran til, og verður alt klárt til tíðina, verður »American Empress« í Føroyum tann 22. februar, og so ganga tvey døgn at trolarin verður klárur at fara til fiskiskap eftir svartkjafti at virka til surimi.


60 føroyingar við

75 kvinnur og menn verða við »American Empress«, har 60 av manningini eru føroyingar. 15 útlendingar m.a. bæði úr Noregi, Japan og Amerika verða eisini við trolaranum, men hetta verður helst bert at byrja við sum ein partur av verkætlanini.

Í stuttari viðmerking við Sosialin, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol, sum er á veg yvir til Noregs, at alt gongst eftir ætlan í løtuni, og kemur einki í vegin, verður trolarin í Føroyum til ásettu tíð.