Amerikanarar liva styttri

Samstundis sum metti livialdurin verður støðugt longri kring allan heimin, vísa nýggj tøl í USA, at lívsævin hjá amerikanarum er stytt annað árið á rað. Ein høvuðsorsøk er, at alsamt fleiri amerikanarar doyggja av ólógligum pínulinnandi heilivági.

 

 

 

Hetta er fyrstu ferð í meira enn 60 ár, at lívsævin er stytt hjá bæði monnum og kvinnum í USA tvey ár á rað, skrivar CNN. 

 

 

 

Nú kunnu amerikanskar kvinnur rokna við at liva í 81,1 ár í meðal. Tað eru fimm ár longri enn menninir, sum kunnu rokna við at gerast 76,1 ár.  Til samanberingar vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya, at lívsævin hjá føroyskum kvinnum er í meðal 84,7 ár og hjá monnum 79,9 ár.

 

 

 

Amerikanski stovnurin NCHS, sum skrásetur heilsuhagtøl, sigur tey hava ábendingar um, at lívsævin hjá amerikanarum kann verða stytt trý ár á rað, tá tølini fyri 2017 eru fullfíggjað. Og tað er ikki komið fyri í USA í næstan 100 ár, tá spanska sjúkan herjaði í landinum.

 

 

 

Ein høvuðsorsøk til, at lívsævin er stytt, er, at alsamt fleiri amerikanarar doyggja av ólógliga framleiddum pínulinnandi heilivági, sum eisini verður blandaður upp í eitt nú heroin og kokain. Sagt verður, at meira enn 60.000 amerikanarar doyðu av yvirdosis í 2016. Tað eru 21 prosent fleiri enn árið fyri.

 

 

 

Annars eru tølini óbroytt, tá hugt verður eftir deyðsorsøkini hjá amerikanarum sum heild. Tey vísa, at hjartasjúkur, krabbamein, lungnasjúkur, heilabløðing, sukursjúka, beinkrím og nýrasjúkur krevja flest mannalív í USA.