Tað skrivar ein amerikanskur søgufrøðingur, sum hevur staðið á odda fyri einari stórari verkætlan, sum hevur til endamáls at lýsa tað, sum hendi í gamla Jugoslavia fyrst í nítiárunum.
Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur sóknast eftir Radovan Karadzic seinastu tólv árini, og hóast NATO-hermenn hava gjørt fleiri royndir at fáa fatur á honum, er hann ikki tikin enn. Men sambært amerikanska søgufrøðinginum Charles Ingrao er tað ikki so løgið. Sambært honum hevur Karadzic fingið lyfti um, at hann verður ikki tikin.
-Ein týðandi kelda í amerikanska uttanríkisráðnum hevur greitt okkum frá, at Karadzic fekk eitt tílíkt lyfti frá amerikanska friðarsemingsmanninum Richard Holbrooke, sigur Charles Ingrao við danska útvarpið.
Holbrooke hevur avsannað, at hann gav Karadzic eitt tílíkt lyfti, men keldan í uttanríkisráðnum í Washington skal hava greitt frá, at lyftið um grið var eitt krav frá Karadciz aftur fyri at halda seg burtur frá bosniskum politikki, og at Richard Holbrooke valdi at taka av.
Danska tíðindakvinnan Florence Hartmann, sum hevur arbeitt fyri krígsbrotsmannadómstólin í Haag, umrøður ta loyviligu avtaluna millum Holbrooke og Karadzic í einari bók, sum hon gav út herfyri.