Samstundis sum tað stendur í botni í stríðnum millum Barack Obama, forseta og republikanska flokkin um skatt og sparingar í sambandi við ta nýggju fíggjarlógina, vísir ein nýggj meiningakanning, at tríggir fjórðingar av amerikanska fólkinum taka undir við uppskotinum hjá Obama um at krevja meiri skatt frá teimum ríku.
Tað er blaðið Wall Street Journal, sum hevur skipað fyri kanningini, og tað áhugaverda er sambært blaðnum, at 61 prosent av teimum republikonsku veljarunum taka undir við forsetanum um at hækka skattin hjá teimum ríku.
Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at kanningarúrslitið kann vera við til at loysa trætuna, tí tað kann fáa teir republikonsku kongresslimirnar at broyta støðu.
Barack Obama, forseti, hevur gjørt púra greitt, at hann fer ikki at góðtaka nakra loysn, sum ikki inniheldur hægri skatt til tey ríku. Tann stívrenda støðan hjá forsetanum hevur fingið summar republikanarar at siga, at teir kunnu taka undir við skattahækkingini, men fyribils heldur flokkurin tørn.
Obama hevur boðið sær til at lækka skattakravið úr 1,600 í 1.400 milliardir dollarar, men republikanararnir hava ikki tikið av tilboðnum.