Kinesiski telerisin Huawei roknar við einum lægri umsetningi enn ætlað fyri 2019 sum beinleiðis úrslit av tiltøkum hjá USA ímóti felagnum.
Tað upplýsir nevndarformaðurin, Eric Xu, í einum nýggjársboðum til túsundtals starvsfólk felagsins.
Sambært Xu er amerikanska stjórnin í ferð við eina »strategiska og langtrøkkandi« herferð ímóti felagnum, sum fer at gera tað truplari hjá Huawei at »klára seg og fáa framgongd«.
– Tað at koma undan verður okkara fyrsta mál í 2020, sigur Xu í boðunum sambært tíðindastovuni Reuters.
USA heldur uppá, at teleútgerð frá Huawei er ein trygdarvandi, tí hon kann brúkast til at njósnast við ímóti brúkaraum vegna kinesiska statin.
Tí varð felagið svartlistað av USA í maimánaði. Tað hevur darvað søluni hjá Huawei, og gjørt tað truplari at fáa til vega týdningarmiklar lutir, tí amerikansk feløg eru skerd sum veitarar.
Huawei hevur fleiri ferðir víst aftur njósnaraskuldsetingunum frá USA:
Huawei væntar nú at hava søluinntøkur í 2019 upp á 850 milliardir yuan. Tað svarar til slakar 122 millardir dollarar. Fyrr í ár roknaði felagið við einum umsetningi svarandi til 125 milliónir dollarar.
Nýggja metingin fyri umsetningin er tó framvegis 18 prosent hægri enn umsetningur felagsins var í 2018.
Í kjalarvørrinum av amerikonsku óttanunum hava fleiri lond frávalt Huawei til at byggja út nýggj telenet. Eisini sjálvt um Huawei av serfrøðingum verður hildið at vera førandi veitarin á altjóða marknaðinum av 5G-tøkni – bæði í prísi og tøkni.
Leiðandi persónar úr fregnartænastum í USA hava sagt beinleiðis, at Huawei ikki er at líta á.
Tað vakti ans um allan heimin fyrr í mánaðinum, tá kinesiski sendiharrin í Danmark eftir øllum at døma hevði lagt trýst á Føroyar at velja Huawei til at byggja út 5G netið hjá Føroya Tele.
Tað var ein samrøða millum Herálv Joensen, aðalstjóra, og Helga Abrahamsen, landsstýrismann, sum av óvart varð upptikin av sjónvarpinum hjá KVF, sum skapti øsingina. Har skuldi aðalstjórin eisini hava sagt, at Danmark hevði lagt trýst á Føroyar at frávelja Huawei, men tað hevur Uttanríkisráðið í Danmark síðani víst aftur.
/ritzau/