Kreditmetingarfyritøkan Moody's umhugsar at lækka kreditvirðið hjá USA. Sum er hevur USA metingina AAA, men vandi er fyri, at hon verður lækkað, um politikararnir í Washington ikki kunnu semjast um at hækka lánsloftið hjá tí almenna.
Eftir einari samtykt í Kongressini kann tað almenna skylda í mesta lagi knappar 14.300 milliardir dollarar. Hetta loft er næstan rokkið, og stjórnin sigur, at verður loftið ikki hækkað, fær USA gjaldføristrupulleikar frá 2. august og kann fara í gjaldssteðg.
Moody's sigur, at fyritøkan fer at umhugsa at lækka amerikanska kreditvirðið, sjálvt um politikararnir semjast, og USA sleppur undan gjaldssteðgi. Semjast politikararnir hinvegin um álítandi og varandi stig, sum kunnu skerja hallið hjá tí almenna, kann USA helst varðveita sama kreditvirði sum nú.
Stjórnin hjá Barack Obama sigur, at tørvur er á umleið 2.000 milliardum dollarum afturat, men demokratarnir og republikanararnir eru ósamdir um, hvussu peningurin skal finnast.