Fyri aðru ferð síðani hon varð svorin í eið sum amerikanskur ambassadørur í Danmark, vitjar Laurie S. Fulton Føroyar.
Undan vitjanini í 2010 hevði bert ein ambassadørur vitjað í Føroyum, men eftir at Fulton gjørdist ambassadørur 15. juli 2009, vitjar hon longu fyri aðru ferð í Føroyum í komandi viku.
Tað er Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, sum verður vertur fyri vitjanini, sum byrjar mánadagin 23. juli og varar til mikudagin 25. juli.
Laurie S. Fulton kemur til Vágar klokkan 13.30 við einum hernaðarflogfari hjá amerikanska flogvápninum. Jóhan Dahl og Pól E. Egholm taka ímóti. Mánadagin er einki alment á skránni.
Týsdagin verður byrjað klokkan 9.35 við ráðstevnuni Partnership for Green Growth Event, har Føroya Tele er vertur. Løgmaður sum ikki sjálvur verður hjástaddur bjóðar ábit í Tinganesi frá 12.00 til 14.40.
Frá 15.30 til 16.30 skipar MFS fyri fundi, har evnið er lesnaður í USA. Stórur partur av fundinum er innlegg frá Laurie S. Fulton, sum síðani svarar spurningum.
Klokkan 18 hittir ambassadørurin so Guðrun & Gurðun í handli teirra.
Mikudagin verður so farið til Suðuroyar at vitja. Dagurin hevur eina umfatandi skrá, sum longu byrjar umborð á Smyrli á veg á Tvøroyri, har Heri Ziska fer at greiða frá.
Komin til Tvøroyrar verður fyrst vitjað á uppsjóvarvirkinum, Varðin Pelagic, har Bogi Jacobsen greiðir frá. Síðani verður vitjað á sjúkrahúsinum, áðrenn farið verður til Vágs á museumið hjá Ruth Smith og Faroe Marine Technic.
Siglt verður úr Sumba til Fámjin, har kirkjan og fyrsta føroyska flaggið verður vitjað, áðrenn leiðin gongur norður aftur til Havnar.