Í gjárkvøldið drap amerikanski herurin 11 mans, sum vóru umborð á trimum skipum, sum sigldu í ávikavist eystara parti av Kyrrahavinum og í Karibiska havinum.
Tað boðar U.S. Southern Command frá á sosiala miðlinum X.
Sambært Southern Command hjá herinum, sum hevur ábyrgdina av amerikanska hernaðarligum átøkum í Karibia, Suður- og Miðamerika, varð lopið á trý skip, sum vóru við í rúsevnasmugling.
– Fregnartænastan staðfesti, at skipini sigldu eftir kendum rúsevnasmuglingarleiðum og at tey vóru við í rúsevnasmugling.
– 11 mannligir narko-yvirgangsmenn doyðu í hesum átøkum, fýra á fyrsta skipinum í eystara parti av Kyrrahavinum, fýra á øðrum skipinum í eystara parti av Kyrrahavinum og tríggir á triðja skipinum í Karibia, skrivar U.S.
Amerikanski herurin og Donald Trump, forseti, brúka javnan hugtakið "narko-yvirgangsmenn" til at vísa til illgruna um rúsevnahandilsmenn.
Amerikanski herurin byrjaði í september at leypa á bátar, sum vóru undir illgruna fyri rúsevnasmugling. Síðani tá hava ein røð av álopum fylgt við í Karibia og Kyrrahavinum.
Trump-stjórnin hevur tó ikki lagt fram nakað avgerandi prógv fyri, at skipini hava verið við í rúsevnahandili.
Siðvenjan við at drepa mistonktar rúsevnabrotsmenn í staðin fyri at ákæra teir hevur elvt til kjak um, hvørt amerikansku álopini verða framd í stríð við bæði amerikanska og altjóða lóg.
Trump-stjórnin hevur vart álopini við at siga, at tey eru framd sum liður í amerikanska stríðnum móti rúsevnakartellum, og at rúsevnakartellini eru ein beinleiðis hóttan móti USA. USA metir rúsevnakartellini at vera vápnaðar bólkar.
Tí heldur umsitingin, at álopini eru í samsvari við krígslógirnar.
Amnesty International hevur millum annað funnist at átøkunum hjá USA móti rúsevnakartellum, tí sambært felagsskapinum kunnu kartellini ikki samanberast við vápnaðar bólkar sum Al-Qaeda, sum fremja álop við politiskum ella ideologiskum motivum.
/Ritzau/











