Ein amerikanskur kærudómstólur hevur sett tollin hjá Donald Trump, forseta, í gildi aftur, meðan ein kæra verður viðgjørd.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters í kvøld okkara tíð.
Kærudómstólurin gevur ikki nakra grundgeving fyri síni avgerð, men heitir á stevnararnar í málinum um at svara innan 5. juni og Trump-stjórnina um at svara innan 9. juni.
Avgerðin er tikin, eftir at ein handilsdómstólur í gjárkvøldið setti úr gildi tollin, sum amerikanski forsetin kunngjørdi 2. apríl.
Ein dómarabólkur við trimum dómarum metti, at Donald Trump var farin út um sínar heimildir við at seta ein generellan toll á innflutning úr londum, sum selja fleiri vørur til USA enn tey keypa.
Slíkur tollur skal vanliga samtykkjast av kongressini, men Trump umgongur hetta við at siga, at USA er í neyðstøðu orsakað av handilsjavnanum.
Um so er, hevur forsetin ikki brúk fyri parlamentariskum meiriluta fyri at fremja ávísar avgerðir.
Men tað argumentið vrakaðu teir tríggir dómararnir í handilsrættinum.
Teir settu harvið ein fyribils steðg á hækkaða tollinum, sum ikki bara hevur rakt Kina, Meksiko og Kanada, men eisini allar aðrar amerikanskar handilspartar.
Longu áðrenn kærudómstólurin kunngjørdi sína avgerð, segði handilsráðgevin hjá forsetanum, Peter Navarro, at nýggi tollurin fór at verða settur í verk uttan mun til, hvat dómstólarnir siga.
Sambært Reuters segði hann, at Trump-stjórnin fór at kæra allar úrskurðir, sum ikki gingu hennara veg, og at hon eisini umhugsar aðrar møguleikar at kolldøma avgerðina.
Í dag segði Kevin Hassett, búskaparráðgevi í Hvítu Húsunum, at hann væntar, at handilssáttmálar verða gjørdir við fleiri lond innan næstu vikurnar. Tað skrivar Reuters.
Hassett vildi tó ikki siga, hvørji lond hetta snýr seg um.
/Ritzau/