Sukurídnaðurin í USA roynir av øllum alvi at forða heimsheilsustovninum WHO at almannakunngera eina frágreiðing um óhepnar matvanar hjá fólki.
Í frágreiðingini, sum eftir ætlanini skal almannakunngerast í dag, stendur millum annað, at fólk eiga at skarva tíggju prosent av dagligu sukurnýtsluni.
Hetta hevur fingið øði í amerikanska sukurídnaðin, og sambært útlendskum fjølmiðlum hevur ídnaðurin hótt WHO við fíggjarligum tiltøkum, verður frágreiðingin almannakunngjørd. Tað eru serliga Coca Cola, Pepsi Cola og aðrar stórar amerikanskar fyritøkur, sum ganga á odda í stríðnum ímóti frágreiðingini.
Stjórin í WHO, fyrrverandi norski forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland, hevur ikki sagt nakað um stríðið við amerikansku fyritøkurnar, men talsmaður hennara segði í gjár, at heimsheilsustovnurin letur seg ikki kúga av áhugamálunum hjá amerikanska sukurídnaðinum.
Í einum brævi til WHO siga tær amerikansku fyritøkurnar, at tær ætla sær ikki at góðtaka frágreiðingina, og at tær eru til reiðar at nýta politiskt trýst fyri at noyða WHO at slaka. Men talsmaðurin hjá Gro Harlem Brundtland sigur, at har vænta tey ikki, at Kongressin fer at lata seg ávirka í hesum málinum.