Lloyd Austin, amerikanski verjumálaráðharrin, tosaði við kinesiska starvsfelaga sín, Dong Jun, umvegis videosamband.
Tað er fyrsta samrøða av týdningi millum teir báðar verjumálaráðharrarnar hjá stórveldunum báðum í 18 mánaðir. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Teir tosaðu millum annað um »verjumál« sigur amerikanska verjumálaráðið í boðum. Teir numu eisini við »økis og alheims trygdaravbjóðingar«.
Austin legði eisini dent á tørvin fyri framhaldandi beinleiðis hernaðarligum samskiftislinjum, verður sagt.
Í november í fjør vórðu londini samd um at taka uppaftur slíkar samskiftislinjur.
Tað samskiftið skuldi hava við sær arbeiðsfundir millum verjumálaráðharrarnar hjá londunum.
Kina sleit samskiftislinjurnar, eftir at táverandi forkvinna í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, í 2022 vitjaði Taiwan.
Taiwan hevur í praksis virkað sum sjálvstøðug tjóð síðani 1949. Men Kina heldur, at Taiwan er ein kinesiskur útbrótaralandspartur.
Kina hevur javnan hernaðarvenjingar í Taiwansundinum, sum er millum Taiwan og kinesiska fastlandið. Royndirnar verða av Taiwan og vesturheiminum sum hernaðarligar provokatiónir.
Júst Taiwan varð eisini umrøtt á virtuella fundinum millum Lloyd Austin og Dong Jun.
– Dong Jun legði dent á, at Taiwan-spurningurin er sera týdningarmikil í kjarnuáhugamálunum hjá Kina, sigur kinesiska verjumálaráðið.
Kinesiski ráðharrin mælir til »størri álit« millum tey bæði londini.
/ritzau/