Amerikanskt plátufelag lokkar Regin Guttesen

­ Hetta kemur heilt óvart á, sigur Regin Guttesen, sum samráðist við stórt amerikanskt plátufelag um sáttmála og samstarv á amerikanska marknaðinum

Eisini amerikumenn hava fingið eyguni upp fyri føroyska tónleiksnillinginum Regin Guttesen.

Umboðsmaðurin og samstarvsfelagin hjá Regin Guttesen í USA, Edgar Struble, sum eisini legði ein part av upptøkunum á fløguni hjá Regini til rættis, hevur fingið fyrispurning frá etableraða amerikanska plátufelagnum Springhill Records.

Amerikanska plátufelagið er áhugað í at gera sáttmála við føroyska tónleikaran, og síðani fáa hann til USA at promovera fløguna hjá sær.

Fløgan hjá Regini, sum kallast Writing you a Song, kom út fyrr í ár, og var partvís upptikin í USA.

­ At tað er Edgar Struble, sum arbeiðir fyri okkum í USA hevur nógv at siga, tí hann er væl kendur og virdur. Høvdu vit sjálvir roynt at fingið fløguna hjá mær fram har yviri, hevði tað einki nyttað. Uttan Edgar Struble hevði hetta ikki borið til, segði Regin Guttesen fríggjadagin í samrøðu við Útvarpið.

­ Tað ger eisini stóran mun, at á fløguni hjá mær spæla kendir tónleikarar. Tað er uttan iva við til at plátufelagið er áhugað í at gera sáttmála við meg.

Í løtuni fara samráðingar fram millum umboðsmannin hjá Regini Guttesen, Edgar Struble, og Springhill, og spyrst nakað burtur úr hesum, verður tað størsta avbjóðingin hjá Regini nakrantíð.

­ Men eg verði ikki skuffaður, um tú einki kemur burtur úr, tí í løtuni arbeiði eg við tónleiki við síðuna av. Eg eri í ferð við at fáa mær eina útbúgving, og trívist væl við tí og at spæla tónleik við síðuna av, sigur Regin Guttesen