Herfyri vitjaði amerikanski blaðmaðurin David Gershman, sum arbeiðir fyri navnframa Huffington Post, í Føroyum, og í hesum sambandi nýtti hann høvi til at venja í nýggju venjingarmiðstøðini í Havn, Burn Fitness.
David Gershman brúkar nógv orku uppá at venja fitness, og á sínum mongu ferðum kring allan heim hevur hann vitjað nógvar venjingarmiðstøðir, men ongantíð áður hevur hann verið so hugtikin av eini venjingarmiðstøð, sum hann var á vitjanini í Føroyum.
-
Mínar vitjanir í Burn Fitness hava snøgt sagt verið ógloymandi. Í USA eru flestu venjingarmiðstøðir keðiligar, og tær geva einum ikki nakra orsøk til at vitja tær, uttan so at tú skalt venja, sigur amerikanski blaðmaðurin millum annað í skrivi til eigara og venjara í Burn Fitness.
David Gershman nevnir fyrst og fremst tvinni viðurskifti, sum hugtaka við nýggju venjingarmiðstøðini í Havn. Tað eru fyrikomandi og hjálpsomu starvsfólkini og so tað stóra úrvalið av nýmótans og fjølbroyttari venjingarútgerð.
- Eg kann ikki siga nóg mikið av jaligum tingum um mína tíð í Burn Fitness. Tað er altíð keðiligt at siga farvæl við eina venjingarmiðstøð, tá ið tær dámar so væl at venja har. Tá eg eri farin úr Føroyum, so veit eg, at tað er eitt minni, sum fer at standa serliga sterkt, og tað er venjingin hjá mær(sum er tað týdningarmiklasta á dagsskránni hjá mær) í Burn Fitness. Eg gleði meg at koma aftur. Men, hvør veit, um man ikki fer at síggja Burn Fitness í New York innan ikki alt ov drúgva tíð, sigur David Gersman at enda.