Deyðadómurin yvir Bishoy Sharif Naji Naseef varð sambært útlendskum miðlum framdur í Riyadh-regónini í Saudi Arabia.
Millum miðlarnar um okkara leiðir, sum í kvøld bera hesi tíðindi, er eitt nú norska kringvarpið, NRK og tíðindastovan, NTB.
Funnist hevur verið at oljuríka kongaríkinum fyri aftur og aftur at fremja deyðarevsing.
Ein dómstólur í Saudi Arabia dømdi amerikanska ríkisborgaran sekan í at hava dripið pápa sín og fyri at hava skemmað líkið.
Maðurin varð eisini dømdur fyri at hava brúkt narkotika og fyri eina drápsroynd móti øðrum persóni.
Tað er ikki greitt, hvussu avrættingin varð framd, men í Saudi Arabia plaga tey at fremja deyðarevsing við hálshøgging.
USA hevur fyribils ikki gjørt viðmerkingar til avrættingina, men ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið sigur, at Bishoy Sharif Naji Naseef fekk vitjan av amerikanskum umboði í juli.
Fleiri enn 1000 deyðadómar eru framdir í Saudi Arabia síðan 2015 sambært einari frágreiðing hjá European Saudi Organisation for Human Rights og bretska, Reprieve.
Higartil í ár eru í minsta lagi 91 fólk avrættað í landinum, vísir eitt yvirlit, sum tíðindastovan, AFP, hevur gjørt. Yvirlitið byggir á frágreiðingar hjá ríkisriknum tíðindamiðlum.
Til samanburðar kann nevnast, at higartil í ár eru 17 deyðadómar framdir í USA.
- Í fjør vórðu 147 fólk avrættað í Saudi Arabia, og hetta var tvífalt so nógv sum árið fyri, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.