Amerikanskur verjuleikari til NSÍ

26-ára gamli amerikanski verjuleikarin James Michael Drye skrivaði í gjár undir ein 2-ára sáttmála við NSÍ.

James Michael Drye skiftir sostatt eina gula farvu um við eina aðra.

 

James hevur spælt við B71 seinastu tvey kappingarárini. Tað er blivið til 52 dystir og 3 mál fyri B71.

 

Heimasíðan hjá NSÍ hevur frætt, at James hevur trivist ógvuliga væl á Sandoynni. Tó er tað eyðsýnt, eftir dygdunum at døma, at James skal spæla í bestu deildini.

 

– James Drye kemur aftur til Føroya fyrst í komandi árinum, og tá gleða vit okkum til at bjóða honum vælkomnum til vøllin við Løkin, skrivar NSÍ.

 

Formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, sigur í stuttari viðmerking við heimasíðuna, at fyrireikingarnar til næsta ár eru í gongd, og at vit koma at frætta meira næstu tíðina.