Hann eigur fleiri ítróttarfeløg í USA og í morgun hevur hann keypt meirilutan í enska fótbóltsfelagnum Arsenal. Stan Kroenke er oddamaðurin í Kroenke Sports Enterprises(KSE), sum nú eigur áleið 60% av partabrøvinum í enska fótbóltsfelagnum, Arsenal. Tað merkir samstundis, at hann nú skal bjóða upp á restina av partabrøvinum í felagnum, sigur Sky Sports í dag.
KSE keypti á fyrsta sinni partabrøv í Arsenal í 2007 og hevur so líðandi keypt fleiri og fleiri. Í morgun kunngjørdi Stan Koenke, at KSE hevur keypt ein meiriluta av partabrøvinum. KSE situr á umleið 60% av partabrøvinum, meðan russiski ríkmaðurin, Alisher Usmanov, eigur 27%. Restin av partabrøvinum er deild millum minni eigarar, ið sambært ensku miðlinum helst fara at taka av tilboðnum frá KSE. Tað er óvist, um Alisher Usamanov er sinnaður at selja sín part í felagnum.
KSE eigur longu fleiri ítróttarfeløg í USA. Denver Nuggets(NBA), Saint Louis Rams(NFL), Colorado Rapids(MLS) og Colorado Avalanche(NHL).