Føroyska deildin hjá Amnesty International hevur virkað í meira enn 30 ár. Deildin er ikki av teimum størstu, hon hevur einar 700 limir, men samanborið við fólkatalið er talan um eina av størstu deildunum í heiminum.
Arbeiðið hjá Amnesty International er fjølbroytt, og hevur felagskapurin meira enn eina millión limir og stuðlar í meira enn 100 londum og landspøtum. Felagskapurin hevur skipaðar deildir í meira enn 50 londum. Av hesum 50 londunum liggja 30 av teimum í økjum uttanfyri Vestureuropa og Norðuramerkia.
Aðalendamálið hjá felagskapinum er, at arbeiða ímóti deyðadómi, hjálpa fangum, ið hava vánalig kor, hjálpa órættvíst dømdum og so framvegis.
"Urgent Action"
Fyri at møguligt skal vera at virka sum sjálvstøðug deild, er kravt av føroysku deildini, at eitt ávíst virksemi fer fram í henni. Kravt er millum annað, at deildin skal luttaka í teimum stóru átøkunum, ið verða fyriskipaði kring heimin. Og nevniliga fyri at vera virkin, hevur føroyska deildin hjá Amnesty International nakrir arbeiðsbólkar, ið taka sær av ymsikum málum innan Amnesty Arbeiði.
Ein av arbeiðsbólkunum er bólkurin, ið fæst við snarmál. Hesin bólkurin verður vanliga nevndur "Urgent Action", og tekur hann sær av snarmálum viðvíkjandi menniskjum, ið eru komin í lívsvanda, annaðhvørt tí tey skulu avrættast, verða pínd, eru sjúk ella eru horvin.
Maria Forrestal er samskipari í "Urgent Action" í Føroyum, og tekur hon sær av at senda sakir um áðurnevndu menniskju í lívsvanda út til fólk, sum síðani skriva brøv til tær ymsiku stjórnirnar, har tey heita á, um at fáa tey ávísu fangarnar leyslatnar. Eisini nýtir hesin bólkurin tann arbeiðshátt, at snarbrøv, telefax ella teldubrøv verða send frá øllum deildum í senn.
At arbeiðið loysir seg, síggja vit á teimum mongu positivu afturmeldingunum, vit fáa. Fólk verða leyslatin, um haldgott prógv ikki finnist. Fólk steðga við hungursverkfalli, tí krøv teirra verða gingin á møti. Mál verða afturtikin, um fólk hava viðgingið seg sek undir píning. Men framvegis verða mong avrættaði, pínd og hvørva, hóast okkara áheitanir. Nógv mál eru eisini, har vit einki frætta. Vit trúgva tó, at meira vit gera, fleiri fáa vit hjálpt. Vit meta eisini hendan arbeiðsháttin vera væl hóskandi hjá okkum. Tú kannst nevniliga skriva, hvar tú enn ert, í bý ella á bygd, ja enntá umborð á skipi, segði Ingibjørg Berg um "Urgent Action" í formansfrágreiðing sínari á aðalfundinum týskvøldið.
Umsetarabólkurin
Nærum alt tilfarið, ið føroyska deildin hjá Amnesty International fær, er skrivað á útlendskum máli. Tískil hevur deildin ein umsetarabólk, ið tekur sær av at umseta tilfarið til føroyskt, so limir og onnur kunnu kunnast um tey ymisku málini, arbeitt verður við.
Ingibjørg Berg, fráfarandi formaður í føroysku deildini hjá Amnesty International, rósti á aðalfundinum umsetarunum fyri, at teirra arbeiði altíð er bæði skjótt og væl úr hondum greitt. Men hon legði somuleiðis afturat, at ikki ber til at umseta alt, ið skrivstovan fær sendandi, og tí er tað í veruleikanum bert ein lítil partur av tilfarinum, ið verður umsettur. Hon vísti á, at tað ofta koma sørri frágreiðingar um lond og um ymsik evni innan mannarættindi, ið ikki verða umsettar, men í staðin verða lagdar til skjals á skrivstovuni.
Tiltaksbólkurin
Ingibjørg Berg greiddi eisini í formansfrágriðingini frá tiltaksbólkinum hjá føroysku deildini. Hon greiddi frá, at hetta er ein bólkur, ið tekur sær av ymsikum tiltøkum, fyri at savna inn pening til føroysku deildina hjá Amnesty International. Greitt varð frá, at í 1998 skipaði tiltaksbólkurin fyri jólasølu og køkutombola í SMS, og fyri sølu av ljósum mannarættindardagin, 10. desember.
Tiltøkini, bólkurin skipaði fyri í 1998 góvu ein góða úrtøku.
Mannarættindarátakið
Ingibjørg Berg greiddi í formansfrágreiðing sínari m.a. eisini um mannarættindarátakið, ið farið varð undir, í sambandi við, at tað tann 10. desember 1998 vóru liðin 50 ár síðan Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi varð undirskrivað.
Mannarættindardagin 1997 fór Amnesty International undir eitt átak unir heitinum "Get up. Sign up". Amnesty ætlaði við hesum átakinum at fáa so mong sum gjørligt at skriva undir, at tey eru sinnaði at gera tað, tey eru ment, fyri at mannarættindarreglurnar verða hildnar. Deildirnar fingu bøkur til at savna undirskriftir í. Enmálið var at minna stjórnirnar á aftur tær grundliggjandi mannarættindarreglurnar, sum tær hava lovað at verja.
Átakið byrjaði hjá okkum við, at Anette Wang og Lív Dam vóru í Tinganesi og fingu undirskriftir frá løgmanni, løgtingsformanninum, løgtingsmonnunum og landstýrismonnunum. Áheitan varð eisini send øðrum leiðandi persónum, so sum Føroya bispi dómarunum um at skriva undir í bókini, ið lá í Tinganesi. Seinni eru bøkur eisini sendar skúlum og øðrum stovnum. Undirskriftirnar vórðu savnaðar til 10. desember í 1998. Tilsamans skrivaðu umleið 1.200 fólk undir. Av øllum hesum undirskriftum savnaði BodyShop umleið helvtina.
Eitt annað tiltak var í BodyShop í mei, har undirskriftir vórðu savnaðar og býtt vórðu út brøv til fólk um ávísa amnestysak at senda mynduleikunum. Hetta tiltak var fyriskipað av BodyShop og Amnesty um allan heimin samstundis.
Í november góvu vit øllum 8. flokkum í landinum eitt undirvísingarhefti um mannarættindi á føroyskum. Heftið er gjørt fyri tveimum árum síðani, og stóð Sheila Arnskov saman við fleiri øðrum góðum fólkum fyri tiltakinum.
Barnarættindardagin, 21. november, varð skipað fyri stórum tiltaki í SMS, har ein pedagogflokkur á læraraskúlanum spældi ein lítlan sjónleik fyri barnagarðsbørnum. Seinni sungu børn úr einum frítíðarskúla fyri rættuliga nógvum áhoyrarum.
10. desembur gav deildin út bókina "Heimsyvirlýsing sameindu tjóða um mannarættindi fimti ár". Hetta er ein bók við føroyskari umseting av mannarættindarmálum og teimum báðum semjunum, sum í 1996 vórðu lagdar afturat sjálvum sáttmálanum. Føroyski og enski teksturin standa lið um lið og søguligur inngangur er skrivaður. Halgir W. Poulsen hevur staðið fyri hesum stóra arbeiði, og bróðurin Jóan Hendrik W. Poulsen hevur týtt tekstin til føroyskt. Bókkin varð handað Høgna Hoydal, landstýrismanni í lógarmálum, at nýta m.a. í arbeiðinum at gera føroyska grundlóg.
Nevndarval
Eitt av seinastu punktunum á skránni á aðalfundinum hjá føroysu deildini hjá Amnesty International var val av nevnd. Hetta gekk skjótt fyri seg, og eru nýggju limirnir í nevndini Hildur Patursson, Erling Isholm, Jan Djurhuus, Gitte Wiegand, Jette Hoydal, Annika Joensen og Maria Forrestal.