Amnesty International Føroya Deild fer á Fólkafund í Klaksvík, og tá fara vit at minna á, at almennu Føroyar ikki hava tikið støðu til spurningin um flóttafólk. Vit hava sostatt ikki tikið støðu til “hví” ella “hví ikki” Føroyar hava eina altjóða ábyrgd. Í samband við, at tað í samgonguskjalinum stendur, at vit skulu yvirtaka útlendingamál, mælir Føroya Deild til, at Føroyar eisini staðfesta okkara ábyrgd, hóast talið av flóttafólki í einum lítlum samfelag altíð verður sera avmarkað.
“Gloym ongantíð, at vit øll eru eftirkomarar hjá tilflytarum.”
Soleiðis segði legendariski amerikanski forsetin, Franklin D. Roosevelt, seinast í tretivunum. Umleið 50 ár seinni svaraði ein annar kendur amerikansur forseti, Ronald Reagan, at “ein tjóð, sum ikki hevur tamarhald á sínum landamørkum, er eingin tjóð”.
Roosevelt og Reagan høvdu báðir rætt. Heimurin er lutaður sundur í statir við landamørkum, og tað krevur, at myndugleikar hava eftirlit við til- og fráflyting. Samstundis metir Amnesty International, at øll lond eiga at liva upp til altjóða sáttmálar og ábyrgd at hjálpa neyðstøddum menniskjum eftir førimuni.
Ein lítil partur av heimsins tilflytarum eru flóttafólk. Hetta eru millum heimsins mest sárbæru borgarar. Menniskju, sum mugu rýma frá húsi og heimi orsakað av kríggi, hungursneyð, náttúruvanlukkum o.s.fr.
Kjakið um útlendingapolitikk, flóttafólk, integratión og mentanarligan sameksistens hevur myndað almenna rúmið í stórum pørtum av vesturheiminum seinastu ártíggjuni. Tilflytingin er økt, og tað er stuðulin eisini til teir flokkar, sum arbeiða fyri herdari lóggávu á økinum. Í ársfrágreiðingini hjá Amnesty International 2013 ávarðar felagsskapurin um, at herd marknaeftirlit og politisk fordøming eru við til at skapa fremmandahatur og økja um ta vanvirðing og tann harðskap, sum hesi sárbæru menniskju eru í stórum vanda fyri. Felagsskapurin vísir á, at stundin er komin til, at altjóða samfelagið av nýggjum staðfestir sína ábyrgd at verja allar heimsins borgarar – serstakliga tey mest sárbæru. Tað snýr seg um at viðurkenna, at okkara felags lagna er spunnin úr einum og sama garni, soleiðis sum Martin Luther King Junior orðaði seg í 1963: “Tað, sum ávirkar ein beinleiðis, ávirkar øll óbeinleiðis.”
Hava Føroyar eina ábyrgd?
Í sambandi við at Amnesty International hevur sett viðurskiftini hjá flóttafólki hægst á evropeisku dagskránna, hevur Føroya Deild eisini spurt, hvørt Føroyar hevur eina altjóða ábyrgd at taka ímóti flóttafólki? Hetta hevur elvt til eitt neyðugt kjak, og vit eru byrjað at tosa og hugsa um hesi viðurskifti. Føroya Deild hevur ta greiðu sannføring, at politiski myndugleikin eigur at taka eina støðu, tí nú fyrihalda vit okkum als ikki til spurningin. Vit spyrja hvørki “hví” ella “hví ikki” og lata onnur umsita spurningin fyri okkum. Og tá er vandi fyri, at vit byggja okkara meiningar á fordómar og ikki á vitan um grundleggjandi rættindi hjá tí einstaka menniskjanum.
Hvussu nógv tosa vit um?
Á almennum tiltaki, sum Føroya Deild skipaði fyri 2. mai í ár, tyktist semja millum fakfólk og politikarar vera um, at Føroyar eiga at taka støðu til, hvørt vit skulu taka ímóti flóttafólki. Og í hesum sama viðfangi skal nevnast, at talan er um sera avmarkaðar nøgdir. Um Føroyar t.d. skuldi tikið ímóti sama talið av kvotaflóttafólkum sum Danmark per íbúgva, hevði talan verið um 8-9 fólk um árið. Ella t.d. tríggjar familjur triðja hvørt ár.
Føroya Deild gjørdi eisini ein stuttfilm, har umboð fyri flestu politisku flokkarnar svaraðu spurninginum, hvørt Føroyar skulu taka ímóti flóttum ella ikki. Tjóðveldi og umboð fyri Sambandsflokkin søgdu, at vit hava eina moralska ábyrgd, og at vit skulu taka ábyrgd beinavegin. Hinir fýra flokkarnir hildu, at vit hava eina moralska ábyrgd, men at Føroyar ikki eru til reiðar at yvirtaka flóttafólkaøkið enn, og at økið má kannast nærri.
Sambært samgonguskjalinum skulu útlendingamál yvirtakast, og politiski spurningurin er so, hvørt flóttafólkamál skulu yvirtakast samstundis ella ikki. Sambært Bergi Berg embætismanni, er flóttafólkaøkið helst einasta málsøkið, sum ikki kann yvirtakast við stuttum skotbrái. Um økið skal yvirtakast, krevur tað holla vitan og nýggjar førleikar, soleiðis at nýggir borgarar kunnu tryggjast eitt virðiligt lív. Táverandi landsstýrismaður við útlendingamálum, Kári P. Højgaard, hevði ongar ætlanir um at blanda flóttafólkaspurningin upp í yvirtøkuna av útlendingamálum. Í dag umsitur Jóhan Dahl málsøkið, og stóri spurningurin er so nú, hvørja raðfesting Jóhan Dahl vinnumálaráðharri ætlar at geva flóttafólkaspurninginum.
Verandi støða er ikki haldbær, tí uttan mun til politiska viljan eigur málið at fáa eina virðiliga viðgerð á Føroya løgtingi. Av tí at samgonguskjalið nevnir útlendigaøkið, hevur Amnesty Føroya Deild ta sannføring, at almennu Føroya samstundis eiga at staðfesta eina moralska ábyrgd yvirfyri flóttafólkaøkinum, tí hetta er partur av útlendigaøkinum. Síðani muga vit viðgera, hvussu vit sum land kunnu átaka okkum hesa ábyrgd á ein skynsaman og ráðiligan hátt. Væl vitandi, at Føroyar eru eitt lítið samfelag.
Heimurin brennur framvegis
Undir umrøðuni av syndarligu støðuni í Kosovo seinast í nítíárunum var nógv kjak um, at Føroyar skuldu taka ímóti flóttafólki úr Kosovo. Tað er ikki ov nógv sagt, at politikarar og politiskir flokkar royndu at yvirbjóða hvønn annan í, hvussu nógv flóttafólk føroysku politikararnir vildu hava til Føroya. Trupulleikin var tó, at lógargrundarlag ikki var fyri hesum, og tað er tað framvegis ikki.
Í skrivandi stund er talið av fólkum, sum eru flýdd úr Sýria, yvir 2 milliónir, og tøvurin á humaniterari hjálp er ovurhondsstórur. Sambært ST eru umleið 43 milliónir flóttafólk í heiminum, og tey flestu eru flóttar í egnum landi. Av teimum 43 milliónunum eru 15 milliónir, sum eru flýdd úr egnum landi til onnur lond at søkja friðskjól. 80% av øllum flóttafólkum í heiminum liva í sonevndu menningarlondunum. Ein uppgerð hjá ST fyri 2011 vísti, at 44 ídnaðarlond tóku ímóti 441.300 fólkum, sum søktu um friðskjól. Ein stórur partur av hesum fáa noktandi svar og verða send heimaftur, og tí er tað bert ein brotpartur, sum fær friðskjól í nýggjum landi.
Sambært ST eru umleið 172.000 fólk í heiminum í dag, sum hava átrokandi tørv á nýggjum heimi. Hetta eru sonevnd kvotaflóttafólk, sum ongan møguleika hava at venda aftur til heimland sítt í nærmastu framtíð orsakað av ófriði og kríggi. Av hesum menniskjum tekur USA ímóti áleið 50.000, ES tekur 4-5000 fólk, og Danmark tekur ímóti umleið 500 fólkum um árið. Tað eru bert 24 lond, sum liva upp til altjóða ábyrgd og taka ímóti kvotaflóttafólki. Amnesty International hevur átalað Danmark fyri ikki at taka fleiri enn 500 fólk, felagsskapurin meinar, at Danmark skal tvífalda hetta tal.
Stundin er komin til, at Føroyar eisini taka støðu til spurningin. Og at Føroyar eftir førimuni luttaka í globala humanitera arbeiðinum fyri heimsins mest neyðstøddu fólk.
Fakta um flóttafólk:
ST-sáttmálin um flóttafólk frá 1951 er galdandi fyri Føroyar, men orsakað av ríkisrættarligu støðu Føroya er tað Danmark, sum umsitur hetta økið vegna Føroyar. Heimsyvirlýsingin um mannarættindi hjá frá 1948 og ST-sáttmálin um rættindini hjá flóttafólki frá 1951 eru hornasteinar undir lóggávu á økinum. Hesir sáttmálar staðfesta, at øll hava rætt til at søkja um friðskjól ímóti forfylging. Øll hava rætt til eina rættvísa viðgerð av teirra umsókn, og øll hava rætt at kæra eina avgerð. Øll hava eisini rætt til málsliga og løgfrøðiliga hjálp.
|