Amnesty leggur Ísrael undir krígsbrotsverk

Ein av mannarættindaserfrøðingunum hjá Amnesty International sigur ongan iva vera um, at ísraelski herurin gjørdi seg sekan í krígsbrotsverki í flóttafólkaleguni Jenin

David Holley, mannarættindaserfrøðingur hjá Amnesty International, segði við fronsku tíðindastovuna AFP í gjár, at tað er einki at ivast í, at teir ísraelsku hermenninir vóru í hørðum bardaga við palestinar, og at ísraelski herurin hevði rætt til at oyðileggja hús, sum teir vápnaðu palestinararnir høvdu víðgyrt seg í.
Men viðurskiftini í Jenin vísa sambært David Holley, at ísraelski herurin kann ikki hava oyðilagt øll tey nógvu húsini undir sjálvum bardøgunum við palestinararnar, men at herurin oyðilegði nógv av húsunum, aftan á at bardagarnir vóru lidnir.
- Tí var her talan um eina skipaða revsing, og tað er krígsbrotsverk, segði David Holley við AFP.
Leiðarin fyri norsku deildini hjá Amnesty International, Petter Eide, er heldur ikki í iva um, at ísraelski herurin er sekur í krígsbrotsverki í Jenin. Hann vísir á, at bardagarnar millum ísraelsku hermenninar og palestinararnar í Jenin byrjaðu tann 4. apríl, og at ísraelsmenn høvdu fult hernaðarligt tamarhald á leguni tann 10 apríl, tá bardagarnir eisini steðgaðu.
- Men eftir tann 10. apríl bumbaðu ísralsmenn Jenin, og teir sendu eisini fleiri gravkýr inn í leguna at oyðileggja hús og annað, sigur Petter Eide, sum leggur afturat, at ísraelsku álopini eftir tann 10. apríl høvdu einki hernaðarligt endamál og kunnu tí ikki tulkast sum annað enn ein roynd at revsa og at eyðmíkja tað palestinska fólkið.
Petter Eide leggur dent á, at eftir tann 10. apríl átti Ísrael at laga seg eftir tí, sum Geneve-sáttmálin sigur um skyldurnar hjá einum hersetingarvaldi, men tað gjørdi ísraelski herurin ikki og breyt tí ásetingarnar í sáttmálanum, sigur leiðarin í norsku Amnesty-deildini.