Amnestykonsert í Sjónleikarahúsinum

Leygarkvøldið skipaði Amnesty International fyri konsert við kendum tónleikarum

Leygarkvøldið skipaði Amnesty International fyri konsert í Sjónleikarahúsinum í Havn við fleiri kendum tónleikarum og við fjølbroyttum innihaldi.

Limir út Tórshavnar Manskóri sungu. Jóhannus Andreasen og Sámal Petersen spældu klaver og violin og bólkurin Laurus við Hera Kragesteen, Lív Dam og Palla Hansen luttók eisini við fólkatónleiki.

Fólkatónleikararabólkurin Laurus hevði hetta kvøldið eisini gestatónleikararnar Edvard Nyholm Debes , Flemming Berglind og Kim Hansen.

Lív Dam úr Laurus sigur, at hon og Heri Kragesteen hava spælt saman í nógv ár. Í 60?unum spældu tey saman í bólkinum Rabbits, ið upprunaliga eisini var ein fólkatónleiakrarbólkur, sum eitt nú spældi løg hjá Peter Paul and Mary. Tey trý í bólkinum syngja øll, og tey hava spælt til døgurðar av ymsum slag, til Føroyakvøld í Norðurlandahúsinum, listaframsýningar o. s. fr. Bólkurin hevur verið til í tvey ár.

Tey trý úr Tórshavnar Kamartrio, Berghild Poulsen, Bjarni Berg og Árni Hansen luttóku eisini

Frásøgufólk á konsertini var Katharina Nolsøe, sum las upp ymsar Amnesty-yrkingar